Skalt tú út í heim og ynskir tú eina vælfyriskipaða ferð so set teg í samband við MB-Tours. Vit eru til reiðar at hjálpa tær um tú skalt uttanlanda at sóla tær, vitja familju, standa á skí, á konsert, fjakka, handilsørindi ella onnur ørindi. Umframt ferðir fyri einstaklingar, skipa vit fyri mongum ymiskum bólkaferðum. M.a. er MB-Tours ein trúgvur samstarvsfelagi hjá 12. manni og í felag senda vit nógvar føroyingar av landinum at stuðla okkara A-landsliði. Eisini hava vit eitt gott samstarv við eina røð av reiðaríum, sum hava tørv á flutningi av sjófólki. Støkk inn á gólvið, send e-post ella ring til okkara og tú fært góð ráð og kappingingarførir prísir til ferð tína.