MB hevur altíð lagt stóran dent á høga góðsku og góða tænastu, eisini tá tað kemur til bussar okkara.
Bussarnir verða útleigaðir til mong endamál bæði her á landi og uttanlanda. Um tað er ein stuttur túrur í Føroyum ella ein longri uttanlanda og er bólkurin lítil ella stórur so eru vit fús at geva tær eitt óbindandi tilboð. Førarnir syrgja fyri, at tit koma trygt og ómakasleyst bæði aftur og fram og í bussunum eru liggjistólar, WC, video, køliskáp o.a. Alt hetta fyri at gera túrin so góðan sum gjørligt. Ein av teimum størstu bussunum hevur lyft til koyristólar, breiða inngongd og møguligt er at lækkað bussin. Soleiðis kunnu vitjandi í koyristóli koma inn í bussin á ein tryggan hátt uttan at skula úr stólinum og eldri ella illgongd kunnu koma inn í bussin uttan trupulleikar.
Vit hava seks ferðafólkabussar. 2 x 50 pers., 1 x 35 pers., 1 x 22 pers. og 2 x 8 pers.
........................................................................................................................................