Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til
egna nýtslu:
- Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol:
- í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol.
- Vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol:
- í mesta lagi 2 litrar.
- Øl, hægst 5,8 rúmprosent alkohol:
- í mesta lagi 2 litrar (6 fl).

Ferðandi, ið hava fylt 15 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt í mesta
lagi:
- 200 stk. sigarettir, ella
- 100 stk. sigarillos, ella
- 50 stk. sigarir, ella
- 250 gr. av tubbakki.

Ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt í mesta lagi:
- 50 gr. av luktilsi,
- 25 cl. av rakivatni og
- 3 kg. av sukurlátuvørum.

Ferðandi kunnu umframt nevndu vørur flyta inn toll- og avgjaldsfrítt aðrar vørur, sum tilsamans hava virði, ið ikki er hægri enn 2500 kr.

Hvítvørur, radio-, video-, og sjónvarpstól, fløgu- og bandavspælarar, parabolir og lutir til hesi kunnu tó ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt.