Lat okkum skapa tær røttu karmarnar um tiltak tykkara í Føroyum. Vit hava royndirnar at stíla fyri tiltøkum av øllum slag. M.a. hava vit skipað fyri rástevnu við 800 luttakarum. Vit átaka okkum allar praktisku uppgávurnar í samband við tiltakið. M.a.:

- Flutning til Føroya og avstað aftur
- Høli til tiltakið
- Útferðir
- Tilmelding
- o.a.

Setið tykkum í samband við okkum, og fáið eitt prát um júst tykkara ynski og møguleikar viðvíkjandi tiltakinum. Vit eru altíð fús at geva góð ráð og vegleiðing.