Líka síðani MB-Tours fór at virka í 2000, hava vit verið ein trúfastur veitari til bólkar og einstaklingar, ið vitja oyggjar okkara. MB-Tours skipar fyri gistingum, flutningi í luftini og á landi, útferðum og annars tí, sum tørvur er á. Fjølbroytta tænasta okkara ger, at viðskiftafólk bert nýtist at seta seg í samband við ein veitara.
Á MB-Tours stremba vit eftir at tillaga okkara tænastur eftir tørvinum hjá viðskiftafólki okkara og vit eru altíð til reiðar at skræddaraseyma ferðaskráir til eitthvørt endamál. Orsøkin til framgongd okkara er áhugi, áræði og støðug menning av nýggjum tænastum og marknaðum.