Vit selja flogferðir av øllum slag – heilt frá teimum mest vanligu millum Føroyar og grannarnir til ferðir um allan heimin. Vit taka okkum tíð til at finna júst tað tær tørvar. Sí prísir á byrjunarsíðuni undir "Flogprísir".

Eurobonus
Um tú ferðast aftur og fram millum Føroyar og Danmark, kanst tú savna tær stig og fáa eina ókeypis ferð. Hetta fært tú um tú meldar teg til Eurobonus hjá SAS. Henda tilmelding er ókeypis. Tey flestu sum ferðast við flogfari, kenna ikki til Eurobonus og tað er eitt sindur óheppi, um tú ferðast ofta. Ert tú tilmeldað/ur Eurobonus savnar tú stig millum annað tá ið tú flýgur, gistir á ávísum hotellum ella leigar bil. Hetta er ikki bert galdani á rutunum millum Føroyar og Danmark. Tað eru fleiri flogfeløg, ið hava somu stigskipan, t.d. SAS, Lufthansa, Air Canada o.s.fr.
Hvør flogtúrur millum Føroyar og Danmark, við vanligum ferðaseðli, gevur 1200 stig. T.v.s. tú savnar 2400 stig við at flúgva aftur og fram. Um ferðaseðilin er ein ungdóms, lesandi, pensionist ella apex seðil, fært tú 600 stig fyri hvørt strekkið. T.v.s. 1200 stig við at flúgva aftur og fram. Nær fæst so ágóðin av stigunum frá Eurobonus? Tá ið tú hevur savnað eina ávísa nøgd av stigum, kanst tú fáa ókeypis ferðaseðil, hoteluppihald ella annað. T.d. ”kostar” ein ferðaseðil aftur og fram millum Føroyar og Danmark 20.000 stig. Stigini skulu tó nýtast innan eitt 5 ára tíðarskeið. Verða tey ikki tað fella tey burtur.
Spyr eftir Eurobonus hjá okkum næstu fer tú skalt ferðast…