Upprunin til alt MB-virksemi er býbussurin, sum Mouritsens Bussar keypti í1983. Við hesum var grundarlagið fyri einari blómandi fyritøku lagt og í dag rekur Mouritsens Bussar alla bussleiðina í Tórshavn. Ferðafólkabussarnir, ið so við og við vórðu ein partur av fyritøkuni eru í dag ein hornasteinur í virkseminum hjá MB-Tours. Bólkar og onnur vitjandi, ið koma til landið við ferðamannaskipunum ella á annan hátt fáa soleiðis allan ferðapakkan frá MB-Tours og verða flutt um landið í snotuligum nýtímans bussum.