MB-Tours hevur í mong ár skipað fyri bólkaferðum uttanlands. Á hvørjum ári eru nógvir bólkar, sum fara av landinum, m.a. skúlabólkar, ítróttarfeløg, kór, fyritøkur og onnur. Ynskini eru mong og sera fjølbroytt, men hjá MB-Tours seta vit eingi mørk, men taka alt sum eina spennandi avbjóðing. Vit hava sent bólkar til Noregs, Danmarkar, Onglands, Týsklands, Mallorca, ja vit kundu nevnt nógv fleiri. Talan kann vera um ferðir við bussum úr Føroyum ella flogferðir suður í heit lond. Vit kunnu samskipa alla ferðina við flogferð, bussi, tilmelding, gisting, útferðir o.ø.
Sig okkum frá ynski tykkara og vit geva eitt óbindandi tilboð.